Sel meira við nýggju skipanini frá Keyp, ið nevnist Klikki. Við einum klikki fært tú vørurnar, tú ynskir at lýsa við, úr tínari skipan yvir í skipanina frá Keyp. Nú kanst tú lætt uppseta eitt vakurt talgilt lýsingablað við tínum egna grafiska samleika – Klikki ger tað lættari.
0
Upp til 500 vørur
1 klikk
Innflyt vørurnar úr tínari skipan
0K+
Vísingar
Ger tað lættari
Við Klikki er lætt at uppseta eitt vakurt lýsingablað. Bólka vørurnar, drag tær har tær hóska best, vel støddina á teimum, set myndir, video og prísskeltini, har tú vilt. Bólka vørur við líknandi litum ella saman við øðrum vørum, strika bakgrundina úr myndum, og mangt annað.
Myndin er frá Maria Poulsen Búnýti blaði
Klikki knýtir seg at tínum nethandli. Við einum klikki fært tú vørur, prísir og myndir yvir í skipanina frá Keyp. Eru broytingar í nethandlinum, so klikk umaftur og tú dagførir allar vørurnar beinleiðis úr Woocommerce/Shopify ella við umvegis CSV
Myndin vísir eitt woocommerce plugin frá Keyp
Møguligt er at fáa sniðgivið egið tema* – Fá tínar litir, skriftir, skelti og grafiskan samleiki. Hevur tú fleiri ymisk tema, so kanst tú velja temaðið og uppseta blaðið við tí.
Myndin er frá Bygma Balslev blaði, sum hevur egið tema við egnum skeltum, skriftum og litum

Í skipanini fært tú innlit í hvussu ofta vørurnar verða vístar, hvat verður klikt á, alt sum kann hjálpa tær at betra um søluna.

Skipanin er eisini gjørd til fartelefonina. Sniðgev, rætta og útgev – alt við fáum klikkum, hvar sum helst, á øllum eindum.

Trý klikk til vakurt lýsingarblað
Innflyt beinleiðis úr tínum nethandli. Ella upprætta vørurnar manuelt.
Sniðgev síðuna júst sum tú vilt hava hana. Set inn skeltir, video og myndir.
Eitt síðsta klikk – og lýsingablaðið er klárt at deila.
Hetta siga kundar
“Vit eru sera glað fyri Klikkloysnina frá Keyp. Skjótt og ómakaleyst at seta eina tilboðssíðu upp. Tað besta er, at ein nýtist ikki torskildar skipanir til at fáa eitt gott úrslit og tað er lætt at fáa síðuna at líkjast grafiska samleikanum. Vit gleða okkum at brúka Klikkloysnina enn meira”
Karla Egholm
HR & Marknaðarleiðari
Bygma Balslev
Einfaldir prísir
Upp til 50 vørur
pr mðr · uttan mvg.
Upp til 500 vørur
pr mðr · uttan mvg.
Frá hugskot til lýsingarblað
Handlar ið brúka Klikki




