Seinast dagført: September 2026
Keyp.fo, Keyp appin og Klikki eru tænastur, ið verða riknar av Keyp ÍVF, ið heldur til í Føroyum. Hesin politikkur er galdandi fyri allar tríggjar tænasturnar. Samband: keyp@keyp.fo
Vit brúka Google Analytics fyri at skilja, hvussu fólk brúka síðuna — men bert um tú hevur góðtikið hagtalsfarspor. Hetta savnar inn: Vitjaðar síður, tíð á síðuni, tól, kagi og staðseting (land). Vit skráseta eisini, hvørji bløð og hvørjir handlar verða vitjaðir, hvørjar vørur trýst verður á, hvussu langt niður eftir einum blaði tú kemur, og hvat leitað verður eftir í einum blaði. IP-adressan hjá tær verður duld — vit kunnu ikki eyðmerkja teg út frá hesum dátum.
Stovnar tú eina kontu, goyma vit tína teldupostadressu og tað, sum tú leggur á keypslistan. Tú kanst eisini brúka keypslistan uttan kontu — tá verður listin goymdur dulnevnt, og eingin teldupostadressa verður skrásett. Deilir tú keypslistan við títt húski, síggja hini í húskinum tína teldupostadressu — og tú teirra.
Ritar tú inn við Face ID, fingramerki ella PIN, verður hetta gjørt við einum lykli (passkey), ið liggur á tínum egna tóli. Myndir av andliti ella fingramerki fara ongantíð frá tólinum og koma ongantíð til okkara — vit goyma bert ein almennan lykil, ið staðfestir, at tað er títt tól, ið ritar inn.
Tekur tú eina mynd av eini vøru til keypslistan — við myndatólinum ella úr myndasavninum — verður myndin goymd hjá okkum. Ein slík mynd kann, eftir at vit hava eftirkannað hana, verða brúkt sum vørumynd, ið onnur, sum brúka Keyp, eisini síggja. Send okkum ein teldupost, um tú vilt hava eina mynd strikaða.
Fráboðanir í Keyp appini krevja eina Keyp kontu. Sigur tú ja til fráboðanir, goyma vit tey val, tú hevur gjørt, á kontuni hjá tær: hvørjar handlar tú fylgir, og hvørji leitiorð tú vilt hava boð um — saman við einum tekniskum eyðmerki fyri hvørt tól, tú hevur ritað inn á, so fráboðanirnar kunnu sendast hagar. Hetta verður bert brúkt til at senda tær tær fráboðanir, tú sjálv/ur hevur biðið um. Handlarnir síggja bert, hvussu nógv fólk bíða eftir einum orði — ongantíð hvør. Tú kanst altíð strika handlar og leitiorð aftur í appini. Ritar tú út á einum tóli, verður tekniska eyðmerkið fyri tað tólið strikað, og strikar tú kontuna, verður alt hetta strikað.
Teknar tú teg til okkara tíðindabræv, goyma vit títt navn og teldupostadressu. Vit brúka bert hetta til at senda tær tíðindi frá Keyp.fo og Klikki. Tú kanst einahvørja tíð melda teg frá við at trýsta á leinkjuna, ið er í øllum teldupostum frá okkum.
Stovnar tú ein handil á Keyp.fo ella Klikki, goyma vit tína teldupostadressu og vinnuligu upplýsingarnar hjá handlinum. Bindur tú handilin saman við Shopify, WooCommerce ella aðrar tænastur, goyma vit teir lyklar, ið sambandið krevur — trygt og bert til hetta endamálið. Hesar dátur eru neyðugar fyri at veita tænastuna.
Vit skráseta dulnevnt, hvussu nógv fólk síggja eitt blað, og hvussu ofta trýst verður á vørur. Hesar dátur verða goymdar uttan navn, teldupostadressu og IP-adressu og kunnu ikki brúkast til at eyðmerkja einstakar brúkarar.
Keyp appin biður bert um atgongd til myndatól og myndasavn, tá tú sjálv/ur velur at taka ella velja eina mynd — og til fráboðanir, um tú sigur ja til tær. Appin savnar einki inn uttan tína loyvisgeving, og tú kanst altíð taka loyvi aftur í stillingunum á tólinum.
Vit brúka fýra sløg av farsporum, og tú velur sjálv/ur í farspor-stillingunum, hvat síðan má brúka:
Tú kanst sjálv/ur strika tína Keyp kontu — og allar dátur, ið hoyra til hana:
Kontan og dáturnar verða strikaðar beinanvegin. Sleppur tú ikki inn á kontuna, kanst tú senda ein teldupost til support@keyp.fo frá teirri teldupostadressu, ið Keyp kontan hjá tær brúkar — so strika vit alt innan 30 dagar.
Einki, ið kann knýtast til teg. Eftir standa bert:
Strikar tú bert appina av tólinum, standa kontan og keypslistin framvegis. Ritar tú út í appini, verður tekniska eyðmerkið fyri tað tólið strikað. Vilt tú eisini hava kontuna strikaða, gert tú tað sum lýst omanfyri.
Tú kanst altíð biðja um innlit í, rætting av ella strikan av tínum persónsupplýsingum við at senda ein teldupost til support@keyp.fo. Eftir at vit hava fingið eina umbøn um at strika teg, verða dáturnar strikaðar ella dulnevndar innan 30 dagar.